Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.07.19
Umsóknarfreist: 22.07.19

Námsfrøðingur og hjálparfólk til Dagstovnin Lítlaskóg

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin Lítlaskóg eftir starvsfólki.

VIT SÓKNAST EFTIR:
• einum námsfrøðingi í barnagarðsstovu, 35 tímar um vikuna.
  Farloyvisstarv í eitt ár frá 5. august 2019 til 17. juli 2020
• tveimum starvsfólkum til barnagarðsstovu, 30-35 tímar.
  Farloyvisstørv í eitt ár. Frá 5. august 2019 til 17. juli 2020

LÝSING AV STOVNINUM
Lítliskógur er ein stovnur við um 100 børnum mitt í Havn. Vit hava 2 vøggustovur við 12 børnum í hvørjari. Vit hava 3 barnagarðsstovur við 18 børnum og so eina stovu til tey 6 ára gomlu, har rúmast eisini 18 børn.

Í Lítlaskógi starvast um 25 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk. Vit eru staðsett í eysturbýnum, tætt við skóg, fjøru og allar hentleikar.

VIT LEGGJA DENT Á:
• at møta barninum, har tað er í menningini
• fría spælið, har børnini fáa brúkt og ment hugflogið
• motorikk og rørslu
• gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar
• at vera opin, fakliga forvitin og kreativ
• trivnað á stovninum. Hava tað stuttligt og flenna saman,
børn sum vaksin

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, kann hjálparfólk verða sett.

UMSÓKN
Umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 22. juli kl. 12.00, viðmerkt: umsókn til Lítlaskóg.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til Gyðju Johannesen, stovnsleiðara, telefon 302370.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.