Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 29.01.20
Umsóknarfreist: 17.02.20

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan í Kongagøtu

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Kongagøtu eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 1. mars 2020 ella eftir nærri avtalu.

Størvini eru 30-35 tímar um vikuna. Um ongin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað størv.

VIT BJÓÐA
Vit bjóða eitt áhugavert og fjølbroytt starv við góðum námsfrøðiligum møguleikum og góðum karmum inni og úti.

VIT VÆNTA AV TÆR:
• at tú hevur hegni og áhuga at skapa ein mennandi, tryggan og góðan gerandsdag hjá børnunum
• at tú hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta
• at tú ert sjálvstøðug/-ur og álítandi
• at tú ert kveikjandi og við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen, stovnsleiðara, á telefon 214041.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og tilmælum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. februar 2020.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.