Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 21.05.20
Umsóknarfreist: 08.06.20

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan á Argjahamri

Sjóðar tú av orku og eldhuga, at geva børnunum spennandi upplivingar og kveikja forvitni og áræði teirra, og vilt tú geva børnum ein innihaldsríkan gerandisdag, við mennandi royndum og styrkja spælihug og sosialu førleikar teirra, so er at smekka eina umsókn av stað og søkja starvið sum námsfrøðingur.

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan á Argjahamri eftir námsfrøðingum.

SØKT VERÐUR EFTIR:
Tveimum námsfrøðingum til at arbeiða 25 – 30 tíma viku

OKKUM TØRVAR STARVSFÓLK SUM:

  • vilja samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • vilja menna námsfrøðiliga arbeiðið og hugsanina og virka fyri einum fakligum umhvørvi
  • kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • hava hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum
  • taka ábyrgd og hava yvirlit, eru sjálvstøðug og kunnu taka avgerðir
  • eru íverksetandi og aktivt luttakandi saman við børnunum í teimum ymisku tiltøkunum/fyriskipanunum

VIT BJÓÐA:

  • at tú kemur at vera partur av einum toymi, sum hevur námsfrøðiliga ábyrgd og leiðslu
  • námsfrøðiliga sparring í námstoymi
  • eitt fakligt arbeiðsumhvørvi, har námsfrøðiligt kjak og refleksjónir eru partar av arbeiðsmentanini
  • góðar arbeiðskarmar, sum stuðla væl upp undir ymiska frítíðarnámsfrøði og námsfrøði í síni heild
  • eitt arbeiði í skiftandi vaktum
  • fyrireikingartíð

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Honnu Thøgersen, stovnsleiðara, á telefon 282850, ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.argjahamri.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 8. juni 2020 kl. 12.00

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.