Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sunda Kommuna
Lagt út: 04.06.21
Umsóknarfreist: 20.06.21

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Stórheygg

 

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum, at byrja 9. august 2021, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri fulltíðarstarvi ella starvi við niðursettari arbeiðstíð.

Í dagliga arbeiðinum er tað umráðandi fyri okkum, at stovnurin er eitt mennandi stað hjá bæði børnum og vaksnum og at vit øll trívast saman.

Vit kunnu bjóða tær:
Eitt arbeiðspláss har pláss er fyri villum og stillum. Góðar møguleikar til handaligt virksemi, góðar umstøður til námsfrøðiligt virksemi úti í náttúruni, góða tíð at fyrireika og at eftirmeta námsfrøðiliga arbeiði og alt møguligt annað.

Um námsfrøðingur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík

ella

storheygg@sunda.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 20. juni 2021.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jónu Guttesen, stovnsleiðara á telefon 297255, ella Bjørg Lútzen varaleiðara telefon 297252. Og á heimasíðu okkara www.storheygg.fo   

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna