Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 31.10.19
Umsóknarfreist: 14.11.19

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Landavegin

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Landavegin eftir tveimum námsfrøðingum at byrja skjótast gjørligt ella 1. desember 2019.

Ert tú fakliga væl fyri, ágrýtin og skapandi, vilt tú vera við til at skapa besta dagin fyri børnini? So hava vit arbeiði til tín.

Dagstovnurin við Landavegin søkir tveir námsfrøðingar, ein á 20 tímar, fyribils til 1. mai 2020, og ein námsfrøðing á 30 tímar. Størvini eru á barnagarðsstovu.
Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Vit arbeiða útfrá endamálsorðing og námsfrøðiligu námsætlanini fyri Dagstovnin við Landavegin.

VIT VÆNTA AT TÚ:
• kann virka í góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
• hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið, foreldur og starvsfelagar
• er við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• tekur ábyrgd og hevur yvirlit
• flytur teg við nýggjari vitan á námsfrøðiliga økinum
• er sjálvstøðug/-ur og kann takað avgerðir
• hevur telduførleikar til tekstviðger og myndir
• tolir at flyta arbeiðsøki innanhýsis á stovninum
• kann arbeiða eftir starvsfólkaprofilinum fyri námsfrøðingar á
Dagstovninum við Landavegin

VIT BJÓÐA:
• heimsins mest umráðandi arbeiði
• eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
• eitt starv, har tú fær møguleika at seta dám á gerandisdagin við námsætlanini sum leisti
• eitt starv, har eingin dagur er eins

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, telefon 222380, ella við at hyggja á heimasíðu okkara www.landavegur.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við lívsrensli og prógv sum námsfrøðingur verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk tímatal á umsóknina.

Umsóknarfreist er 14. november 2019.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.