Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fuglafjarðar Kommuna
Lagt út: 05.05.20
Umsóknarfreist: 10.06.20

Námsfrøðingar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Hevur tú hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?
Kundi tú hugsað tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið vilja vera við í okkara menningararbeiði og sum ynskja at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.
Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr 0-6 ára aldur.
Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Vit sóknast eftir:
Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.
Størvini eru 35-40 tímar viku ætlað námsfrøðingum. Talan er um størv á bæði vøggu- og barnagarðsstovu.

Setanarviðurskifti:
Størvini vera sett mánadagin 10. august 2020 ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.
Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í
hendi í seinasta lagi: Mikudagin 10. juni 2020 kl. 12.00

Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo
Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, á telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.