Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 10.01.20
Umsóknarfreist: 01.02.20

Námsfrøðingar til Dagstovnin í Hoyvík

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir tveimum námsfrøðingum.

Í dagstovninum í Hoyvík er tað ábyrgd hjá starvsfólkunum og leiðaranum at syrgja fyri, at umhvørvið er avbjóðandi og trygt hjá hvørjum einstøkum barni at vera í, so tað hevur møguleika at menna sínar førleikar.

Vit leggja dent á at geva hvørjum einstøkum barni upplivingar, avbjóðingar, frið, frítt spæl og møguleika at brúka sítt hugflog og hugsavna seg í einum tryggum umhvørvi úti og inni.

Størvini eru millum 30 og 35 tímar um vikuna og setan verður ávikavist frá 15. februar og 1. mars ella eftir nærri avtalu.

VIT VÆNTA AT:

  • tú ert nærverandi og gevandi fyri børnini og starvsfólkini
  • tú tekur ábyrgd og hevur grundleggjandi ynski um at lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar á stovninum
  • tú hevur hug at gera dagin fjølbroyttan og mennandi fyri hvørt einstakt barn

VIT BJÓÐA:

  • fakligar og persónligar avbjóðingar
  • gott arbeiðs- og menningarumhvørvi
  • støðugan starvsfólkabólk við drúgvum royndum
  • ein gerandisdag við góðum foreldrasamstarvi, felagsanda og felagsskapi
  • námsætlan, sum er gjørd útfrá menningarstigunum hjá barninum og ætlað til ymiskleika

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Unu Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 217318, ella vitja www.dagstovnurinihoyvik.fo

Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og royndum verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 1. februar 2020.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.