Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 04.05.20
Umsóknarfreist: 02.06.20

Námsfrøðingar til Dagstovnin á Velbastað

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir námsfrøðingum.

At koma á Dagstovnin á Velbastað, er sum at koma í annan heim. Eitt friðsælt stað, eitt róligt huglag við hópum av møguleikum hjá børnum og starvsfólki at mennast.

STOVNURIN
Vit hava eina vøggustovu við 12 børnum og tvær barnagarðsstovur við 15 børnum, umframt ein frítíðarskúla.

Vit leggja dent á grønan hugburð og eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvi, har børn og vaksin trívast. Á stovninum er námsfrøðiliga arbeiðið ætlað einstaka barninum. Vit arbeiða við einari barnamentan, sum leggur dent á náttúru, kreatitivtet og rørslu, sum tekur støði í at menna børn til sjálvbjargni og góðan felagsskap.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • Ert ágrýtin og hevur hug til at skapa børnunum ein fjølbroyttan og innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av virðing og samavgerð
  • Ert virkisfús/-ur, nærverandi og tekur ábyrgd
  • Hevur hug og hegni at brúka og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

VIT KUNNA BJÓÐA EIN STOVN:

  • Har námsfrøðin er í hásæti
  • Har fyrireikingartíð er ein partur av arbeiðnum
  • Har endurnýtsla, grønir vanar, sankutøð, ruskskiljing, umhvørvisvinarligt tilfar, minking av plastnýtslu og hønur hava  týdning í okkara pedagogiska gerandisdegi

Saman við ágrýtnum og góðum starvsfólkið fara vit komandi ár at leggja lunnar undir arbeiðið við nýggju námsætlanini hjá Tórshavnar Kommunu.

So ynskir tú at vera partur av hesum spennandi staði, so er bara at søkja.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Starvsbyrjan er 1. august 2020, ella eftir nærri avtalu.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað størv í eitt hálvt ár.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Tóra Højgaard Joensen, stovnsleiðara, á telefon 271055. Tú kann eisini skriva til okkara á torahj@torshavn.fo ella vitja www.velbarn.fo

UMSÓKN
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir, skal sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 2. juni 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.