Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 06.08.19
Umsóknarfreist: 22.08.19

Námsfrøðingar til Dagstovnin á Argjum

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Argjum eftir tveimum námsfrøðingum.

VIT SÓKNAST EFTIR:

• einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu at byrja skjótast gjørligt. Starvið er í fyrsta umfari á 31 tímar um vikuna, við møguleika at fáa fleiri tímar frá 1. oktober 2019.
• einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu á 15-20 tímar um vikuna, at byrja 1. oktober ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað størv.

DAGSTOVNURIN Á ARGJUM LEGGUR MILLUM ANNA DENT Á:
• fólkaræði og sjálvbjargni
• opinleika og tolsemi
• virðing og trivnað
• góðar relatiónir
• felags ábyrgd
• samstarv
• kropp og rørslu

VIT VÆNTA AT TÚ:
• hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
• ert ágrýtin og tolin, og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
• megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

Vit síggja tað sum eina styrki fyri trivnaðin og fakligu dygdina á stovninum, at starvsfólk tora at undrast, seta spurningar, siga sína hugsan og kjakast um ymisk evni, sum hava bæði fakligan, menniskjansligan og samfelagsligan týdning.

ØKIÐ RUNDAN UM STOVNIN
Umframt stóra garðin, so er stovnurin umgyrdur av áhugaverdum støðum, sum vit javnan vitja saman við børnunum. Nevnast kunnu m.o. Sandá, Sandágerð, Sjósavnið, AB vøllurin, sparkivøllurin, Kongavarðarnir og hagin rundan um.

Busssambandið er gott, tí bæði leið 1 og 3 koyra tríggjar ferðir um tíman og steðga tætt við stovnin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú mást tola broytingar í starvinum.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til starvið og stovnin, kanst tú venda tær til Irenu Tróndheim, stovnsleiðara, telefon 302323 / 219019 ella vitja heimasíðuna www.dagstovnurin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal sendast til torshavn@torshavn.fo
Umsóknarfreistin er hósdagin 22. august 2019.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.