Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 07.11.19
Umsóknarfreist: 25.11.19

Námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Brúnni

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í vøggustovu 30-40 tímar, og einum námsfrøðingi í barsilsstarv í barnagarði fram til summarið 2020, við møguleika fyri føstum starvi.

Størvini verða sett frá 1. desember 2019 ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, hava hjálparfólk við royndum á økinum framíhjárætt.

HVØRJI ERU VIT?
Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár. Tvær vøggustovur eru í erva og tvær barnagarðsstovur eru í neðra.

Námsfrøðiliga arbeiða stovurnar í góðum, tøttum, nærløgdum relatiónum við børn og foreldur, so at børnini trívast og mennast í einum rúmligum umhvørvi, har spælið hevur stóran týdning.

Vit hava ein stóran og fjølbroyttan garð við vallalendi og eini rennandi á. Garðurin gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar, bæði rørsluliga og náttúruliga. Børnini fáa tíð og frið til spæl, so tey kunnu undrast og „fordjúpa“ seg. Vit liggja í einum friðarligum øki, hava stutta leið út í fríu náttúruna og vit hava gott bussamband til allan býin.

Vit arbeiða fram ímóti at gerast ein meira grønur stovnur. Vit hava kompostkassa til matrestir hjá børnunum v.m., og vit hava ein „urtagarð“, har vit planta ymiskt og gera mat burturúr. Vit nýta í stórstan mun endurnýtslutilfar til verkstøðini.

Sí okkara virkisætlan á www.undirbrunni.fo

VIT VÆNTA AV TÆR AT TÚ:
• ert blíð/-ur, fyrikomandi og hevur gott yvirlit
• hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• ynskir at vera ein partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi
• við tínum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara trivnað, menning og samstarvi við einkulta barnið, foreldrini og starvsfelagarnar, hetta so at bæði børn, foreldur og starvsfólk verða sædd, hoyrd og tikin í álvara

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGARMIKIÐ STARV:
• har viðurkenning og góðar relatiónir er grundarlagið fyri trivnaði, menning og samstarvi
• har relatiónsarbeiði, spæl og fordjúpilsi hjá barninum hevur stóran týdning
• har menningin av einstaka barninum er ein týðandi partur av gerandisdegnum
• har foreldrasamstarv hevur stóran týdning
• har tú hevur møguleika at seta dám á arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 25. november 2019 kl.12.00.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til Eyð Skúvadal, stovnsleiðara, telefon 319180 ella 510490 og við at vitja heimasíðu okkara www.undirbrunni.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.