Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 12.02.20
Umsóknarfreist: 25.02.20

Námsfrøðingar til Býlingshúsið millum Gilja

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir:
 
  • einum námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar í vøggustovu, og
  • einum námsfrøðingi at arbeiða 15 tímar í vøggustovu
 
Størvini eru til setan 2. mars 2020 ella eftir nærri avtalu.
 
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
 
UM STOVNIN
Í Reiðrinum ganga 12 børn í aldrinum 0-3 ár. Vit leggja dent á rúmligheit, viðurkenning, umsorgan og sjálvbjargni. Vit leita tískil eftir námsfrøðingum, ið megna at menna námsfrøðiliga arbeiðið út frá hesum hugtøkum.

VIT VÆNTA, AT: 
  • tú ert tolin og umsorganarfull/-ur
  • tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka avgerðir
  • tær dámar at vera úti í náttúruni og brúka rørslu sum námsfrøðiligt amboð
VIT BJÓÐA TÆR:
  • eitt starv, har trivnaður, faklig menning og sparring verður høgt raðfest
  • ein fjølbroyttan gerandisdag, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
  • eitt starv, har relatiónir og jaligt samskifti við starvsfelagar, foreldur og børn, hevur stóran týdning
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 25. februar 2020.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og starvið við at venda sær til Katrin Helgadóttir, stovnsleiðara, á telefon 217496.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.