Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 14.05.20
Umsóknarfreist: 05.06.20

Námsfrøðingar til Býlingshúsið millum Gilja

Tórshavnar Kommuna søkir, vegna Býlingshúsið millum Gilja, eftir námsfrøðingum til vøggustovu og barnagarð. Tað eina starvið er tíðaravmarkað í eitt ár (barnsburðarfarloyvið). Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.

VIT ERU:
Í Býlingshúsinum millum Gilja hava 47 børn sína dagligu gongd saman við 10 starvsfólkum – 5 námsfrøðingum og 5 hjálparfólkum. Starvsfólkahópurin er væl blandaður og hevur sera nógva vitan, royndir og ressursir. Hetta skapar gott grundarlag fyri samstarvi og vitanardeiling, sum eru umráðandi amboð í okkara praksis.

Námsfrøðiliga arbeiðið er grundað á menningina hjá einstaka barninum. Nøkur hugtøk, ið hava nógv at siga í okkara gerandisdegi eru: ymiskleiki, viðávirkan og relatiónir. Útyvir hetta, so eru vit upptikin av spælinum og áhugamálunum hjá børnunum, og vit innrættað rúmini eftir teirra tørvi við at skapa smá læringsrúm.

VIT VÆNTA, AT:
• tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka avgerðir
• tær dámar at vera úti í náttúruni
• tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

VIT BJÓÐA TÆR:
• eitt starv, har trivnaður og faklig menning verður høgt raðfest
• eitt starv, har fyrireikingartíð og námsfrøðingafundir eru hvørja viku
• ein fjølbroyttan gerandisdag, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Um skikkaðir námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað størv. Starvsbyrjan er 3. august 2020, ella eftir nærri avtalu.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, viðmælum og royndum, skal sendast til Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni 2020 kl. 12.00

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til størvini, kanst tú seta teg í samband við Katrin Helgadóttir, stovnsleiðara, á telefon 217496 ella teldupost katrinhe@torshavn.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.