Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 12.05.20
Umsóknarfreist: 26.05.20

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Frítíðarskúlan í Hoyvík

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Hoyvík eftir starvsfólkum at byrja 13. august 2020.

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum at starvast 25-30 tímar um vikuna.

Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja!

VIT YNSKJA UMSØKJARAR, SUM Í TRÁÐ VIÐ OKKARA VIRÐIR OG ÆTLANIR

• megna og vilja skapa mennandi, trygt og fjølbroytt námsfrøðiligt virksemi
• eru ágrýtnir, initiativríkir og vísa hetta í verki
• eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit
• vilja arbeiða við børnum við serligum tørvi
• eru fakliga tilvitaðir, hava hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• eru áhugaðir og hava hegni til rørsluligt námsfrøðiligt virksemi
• síggja og tillaga seg eftir tørvi, bæði tá tað kemur til børn og vaksin
• hava góð samstarvs- og samskiftisevni, og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

VIT BJÓÐA
• eitt arbeiðspláss við dygd og yrkisføri
• fyrireikingartíð
• toymisarbeiði
• samstarv

UM OKKUM
Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki, ið húsast í ovastu hæddini í Hoyvíkshøllini. Somuleiðis ganga børn úr serstovuni í Hoyvíkar skúla í frítíðarskúla. Í hølunum er eisini Ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188.

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík starvast í løtuni 16 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Okkara kjarnuuppgáva er, at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, avbjóðandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, har barnið verður virðismett!
Um áhugi er og umstøður loyva tí er eisini møguleiki at arbeiða í Ungdómshúsinum í Hoyvík.

KLUBB 188 er opið 3 kvøld um vikuna. Arbeiðstíðin er í miðal umleið 7-10 tímar vikuliga.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo – sí meira um stovnarnar her: www.facebook.com/ftshoyvik og https://www.facebook.com/ungdomshusidKLUBB188/

UMSÓKN
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 26. mai 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.