Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 15.05.20
Umsóknarfreist: 10.06.20

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Fjallafípunaa

Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi og 3 hjálparfólkum til barnagarðsstovu. Harumframt verður søkt eftir 1 námsfrøðingi og 2 hjálparfólkum til sertoymið. Størvini eru 30 t/v ella eftir nærri avtalu.

Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiði, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlanini, inklusjón, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir.

Vit vænta, at tú:

  • ert opin, erlig-/ur og fyrikomandi.
  • megnar at samskipa stovuvirksemi í samstarv við onnur starvsfólk.
  • ert tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum.
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag.
  • ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.

Til størvini í sertoyminum verður harumframt væntað, at tú ert áhugað-/ur í at skipa eitt dygdargott tilboð, umframt ein góðan og mennandi gerandisdag til børn við serligum avbjóðinum.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF). Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Juel Arge, leiðara, á telefon 284538 ella umvegis teldupost: fjallafipan@klaksvik.fo.

Umsókn:
Umsóknir saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 10. juni kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til fjallafipan@klaksvik.fo ella sum brævi til: Fjallafípan, Undir Brekkuenda 5, 700 Klaksvík. Setnanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 25. Starvsbyrjan er 10. august 2020.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í eitt tíðaravmarka starv.

Um Fjallafípuna
Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við 70 børnum í aldrinum 5 – 7 ár. Fjallafípan er staðsett „Úti í Grøv“, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein nattúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum í Fjallafípuni og gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.