Sjálvgreiðslan
Skriva út
Runavíkar Kommuna
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 28.10.21

Námsfrøðingar og avloysari til Barnagarðin á Mýrunum, Runavík

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Dagstovnin Barnagarðin á Mýrunum í Runavík at byrja 15. Nov. 2021 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru á 20-30-40 tíma viku, og eru á vøggustovu, barnagarsstovu og serstovu. Lesandi, ið væntandi verða liðug við lesnaðin skjótt, eru vælkomin at søkja starv. Vit søkja eisini eftir avloysara.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi, beint við Toftavatn í Runavík, og er normeraður til 92 børn í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin hevur tríggjar barnagarðsstovur við 20 børnum, harav tann eina er ein útibarnagarðstova, tvær vøggustovur við 13 børnum og eina stovu við 6 børnum har arbeitt verður eftir sernámsfrøðiligum leisti, har gerandisdagurin er eftir hvørji børn eru á stovuni og arbeitt verður inkluderandi við hinar stovurnar á staðnum.

Førleikakrøv

  • Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði.
  • Er opin fyri bæði refleksión og sjálvrefleksión í gerandisdegnum.
  • Í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.

Vit bjóða

  • Góðar arbeiðsumstøður og eitt arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
  • Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum og tvørfakligum samstarvi.
  • Ein stovn, ið umframt rørsluligar kanningar, málrættað arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum, TÍTT, DPU og menningarætlan.
  • Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við hinar stovurnar.

Persónligir eginleikar

  • Hevur áhuga fyri relatiónsarbeiði og øðrvísi samskifti.
  • Fyrikomandi, arbeiðsamur, røkin og skipaður.
  • Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.
  • Tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er flokkað á stig 11-23. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann annað hóskandi starvsfólk setast í tíðaravmarkað starv. 

Søk starvið á www.runavik.fo undir leys størv.

Umsóknarfreistin er hósdagin 28. okt. 2021.

https://app.jobmatchprofile.com/fsfydh

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna