Sjálvgreiðslan
Skriva út
Hvalbiar Kommuna
Lagt út: 23.06.20
Umsóknarfreist: 07.07.20

Námsfrøðiligur stuðul til Dagstovnin Brosið í Hvalba

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.
Talan er um eitt starv sum stuðul á 15 tímar um vikuna, til barn ið er knýtt til frítíðarskúlan Rókina. Starvið inniber, at tú kanst stuðla barninum í tess menning og møta barninum har tað er.

At tú kanst geva barninum ein tryggan og góðan dag, við møguleika fyri mennandi aktivitetum. Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett tíðaravmarkað frá 17. august 2020 til 18. juni 2021. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn
Umsókn við prógvum, møguligum viðmælum, royndum og revsiváttan, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 7. juli 2020 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf.237580

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.