Sjálvgreiðslan
Skriva út
Runavíkar Kommuna
Lagt út: 09.10.19
Umsóknarfreist: 22.10.19

Námsfrøðiligur stuðul til Barnaverndartænastuna

Starv sum námsfrøðiligur stuðul er leyst at søkja og verður sett skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár og er 20 tímar um vikuna
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv sum námsfrøðiligur stuðul hjá familjum og børnum
teirra. Arbeiðsuppgávurnar eru at vegleiða, stuðla og stimbra foreldrum og børnunum í tøttum
samstarvi við málsviðgerðan á Barnaverndartænastuni.

Vit vænta at

• tú hevur námsfrøðiliga ella aðra viðkomandi útbúgving
• hevur áhuga at arbeiða við børnum og familjum í heimi teirra.

Vit ynskja okkum starvsfólk sum:
• hava góð samskiftis- og samstarvsevni
• kunna arbeiða sjálvstøðugt
• eru fleksibul í mun til arbeiðstíð

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og cv skal sendast til leinkjuna niðanfyri í seinasta lagi 22. oktober 2019.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, sosialráðgeva hjá Barnaverndartænastuni á telefon 237096.
Nes- Sjóvar og Rúnavíkar kommuna samstarva um barnaverndartænastuna sambært Lóg um Barnavernd. Í kommununi búgva gott 6000 fólk. Á Barnaverndartænastuni starvast 3 sosialráðgevar, 1 skrivari og leiðarin.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.