Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 01.06.20

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til B7

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til B7.

Eitt frá 15. juni 2020 – 1. juli 2021 á starvsbrøki 0,9 og eitt frá 1. aug 2020 – 31. juli 2021 á starvsbrøki 0,8. Bæði í skiftandi vaktum.

B7 er neurologisk deild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt endurvenjing av sjúklingum við apopleksi.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

- Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

- At tú ert ágrýtin og hevur dirvi
- At tú hevur góð samstarvsevni og fleksibilitet
- Fakligan áhuga innan økini
- Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
- Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar
- Eitt opið og jaligt sinni
- Góðan telduførleika

Vit bjóða:

- Felags innleiðslu og upplæring á deildini
- Fjølbroytt arbeiði
- Spennandi avbjóðingar

Nærri fæst at vita við at ringja 304500 lokal 6067 til Jónu Sigmundardóttir, deildarleiðara á B7.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal viðkomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður.

Umsóknarfreist: 1. juni 2020

Søk starvið her: https://setan.ls.fo/Application/Apply?jobAdId=387 

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv."

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.