Sjálvgreiðslan
Skriva út
Nánd-Heimatænastan
Lagt út: 22.05.20
Umsóknarfreist: 12.06.20

Lýst verður eftir røktarstarvsfólki til sambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Sambýlið er býtt í eina røktareind við 10 húsfólkum og eina demenseind við 8 húsfólkum.

Til røktareindina verður lýst eftir:

  • Einum røktarstarvsfólki til fast starv á 25 tímar um vikuna og 2.hvørt vikuskiftið at byrja 1.august 2020.
  • Einum røktarstarvsstarvsfólki til fast starv á 20 tímar um vikuna fyrrapart gerandisdagar at byrja 1. august 2020
  • Einum røktarstarvsfólki á 32 tímar um vikuna í skiftandi dag/kvøld/nátt og 2.hvørt vikuskiftið at byrja 1. august 2020

Til demenseindina verður lýst eftir:

  • Einum røktarstarsvsfólki til farloyvisstarv á 32 tímar gerandisdagar frá 1. august til 1. februar 2020
  • Einum røktarstarvsfólki á 32 tímar um vikuna í skiftandi dag/kvøld/nátt og 2. hvørt vikuskiftið at byrja 1. August 2020
  • Einum røktarstarvsfólki á 32 tímar um vikuna í skiftandi dag/kvøld/nátt og 2. hvørt vikuskiftið at byrja 1.september 2020

Dentur verður lagdur á, at tú hevur:

  • Heilsufaklig útbúgving s.s sjúkrarøktarfrøðingur,heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín gerandisdag
  • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðinum
  • Áhuga/ royndir við at arbeiða við demens

Vit kunnu bjóða: 

  • Eitt hugnaligt og heimligt arbeiðsumhvørvi
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Anniku H Kallsberg deildarleiðara á Gøtubrá á tlf. 730252

Umsóknir
Umsókn við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12 juni 2020 kl. 12:00      
Umsóknin skal sendast til: Nánd – Oyran 2  - 512 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.