- Øll Størv (87)
- Byggivirksemi (1)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (4)
- Flutningur sjóvegis (0)
- Fyrisiting og tænastur (13)
- Gistihús og matstovur (6)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (39)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (3)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (3)

Ljósmøðrar til summarfrítíðarstørv á Landssjúkrahúsinum

Søkt verður eftir ljósmøðrum til summarfrítíðarstarv frá 1.juni – 31. august 2021.
Føðideildin er ein samansett deild við fýra ymiskum sergreinum, ið umfata barnakonur, føðingar, barsil og neonatologi. Endamálið við deildini er at veita viðgerð og røkt til barnakonur og nýfødd børn. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at deildini og heilsuskipanini annars. Deildin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.
Dentur verður lagdur á
- Prógv og góðkenning sum ljósmóðir
- Royndir innan viðgongu, føðing og barsil
- Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
- Hug til fakliga menning og avbjóðingar
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
- Góðan telduførleika og miðla vitan skrivliga og munnliga
Vit bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
Nærri upplýsingar um starvið eru at fáa við at ringja til Rannvá D. Christiansen, leiðandi ljósmóðir, tlf. 304500 lokal 5303.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Søk starvið her
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."
Um tú hevur trupulleikar við at søkja starvið, vinaliga set teg í samband við okkum á hr@ls.fo.