- Øll Størv (90)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (2)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (1)
- Fyrisiting og tænastur (20)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (6)
- Heilsu- og almannaverk (35)
- Kunningartøkni (3)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (1)
- Vinnuligar tænastur (9)

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS
Hesi størv eru leys at søkja til:
Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.
Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.
Føst størv:
- Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 - at byrja skjótast til ber.
- Heilsurøktari til Korndalsbýlið, brøk 0,8 - at byrja 01.03.2021.
Farloyvisstørv:
- Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.02.2021 til 31.01.2022.
- Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.
- Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.
Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
- Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
- Viðkomandi útbúgving og góðkenning.
- Telduførleika á brúkarastøði.
- Koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
- Fjølbroytt størv.
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- Skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. januar 2021, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.
- Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.
- Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo