Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 02.07.19
Umsóknarfreist: 01.08.19

Leiðari til Stella Maris

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum støði. Ein leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiliga virksemið og starvsfólk og somuleiðis dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskifti.

Leiðarin Í Stella Maris er leiðari fyri vøggustovuvirksemi.

VIT BJÓÐA:
• eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin
• samskifti og samstarv við Barna- og ungdómsdeildina og aðrar deildir í kommununi
• samskifti og samstarv við aðrar dagstovnaleiðarar, sum partur av einum leiðslubólki

VIT VÆNTA AT TÚ:
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, barnabólkinum,         starvsfólkunum og foreldrunum
• hevur leiðsluroyndir og leiðsluførleikar
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• dugir væl at samstarva, lurta og reflektera
• hevur telduførleikar
• hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður 1. septembur 2019 ella eftir avtalu. Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRI FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara, telefon 302010 ella 302014.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar Kommunu, torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi 1. august 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.