Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sunda Kommuna
Lagt út: 06.09.19
Umsóknarfreist: 25.09.19

Leiðari til Garnhúsið

Søkt verður eftir leiðara til Garnhúsið at byrja skjótast møguligt. Starvið er parttíðarstarv, 12 tímar um vikuna býtt á tvey kvøld um vikuna.

Sum leiðari fyri Ungdómshús okkara ynskja vit at tú hevur:

  • Viðkomandi útbúgving
  • Góð samstarvsevni
  • Hug og hevni at arbeiða saman við okkara ungu
  • Royndir innan ungdómsarbeiði

Setanarviðurskiftið
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Kjølbro, fíggjarleiðara á +298 297205 ella eydun@sunda.fo

Umsóknir við prógvum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. september 2019 og skulu sendast til:

Sunda@sunda.fo ella
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 3
400  Oyrarbakki

https://sunda.fo/news/1483/leidari-til-ungdomshusid-garnhusid

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.