Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 01.09.21
Umsóknarfreist: 24.09.21

Leiðari til Dagstovnin á Argjum

Av tí at okkara leiðari er farin í annað starv, hava vit tørv á nýggjum leiðara til Dagstovnin á Argjum at byrja 1. oktober 2021 ella eftir nærri avtalu. 

Dagstovnurin á Argjum fevnir um vøggustovu- og barnagarðsvirksemi. Á dagstovninum eru 24 vøggustovubørn og  50 barnagarðsbørn,  og har starvast áleið 21 starvsfólk.

Um starvið

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu. Ein leiðara, ið vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðin er í miðdeplinum. Vit ynskja ein leiðara, ið ynskir menning – bæði sjálvsmenning og menning fyri stovnin. Samstundis er tað umráðandi, at tú dugir at samantvinna yvirskipaða leiðslusetningin við gerandisnærlagni – nærlagni í mun til tíni starvsfólk, í mun til foreldrasamstarv og ikki minst; nærlagni til børnini, sum tú varðar av, og samtíðis við virðing fyri tí, ið er. 


Leinki til lýsing:

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/leidari-til-dagstovnin-a-argjum/

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna