Sjálvgreiðslan
Skriva út
Vestmanna Kommuna
Lagt út: 03.05.21
Umsóknarfreist: 28.05.21

Leiðari til dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu

Søkt verður eftir leiðara til dagstovnaøkið í Vestmanna kommunu at byrja 16. august 2021 ella sambært avtalu.

Leiðarin kemur at hava ábyrgdina av Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni, ið eru stovnar við børnum frá 1-ára aldri og til børn, ið ganga í 3. flokki.

Stovnarnir eru grønir stovnar við góðum innan- og uttandura umstøðum, har vit fara væl um umhvørvið bæði inni og úti.

Vit leggja dent á at menna børnini sosialt, málsliga og likamliga, og at tað einstaka barnið kennir seg trygt og blómar, meðan tað er á stovni hjá okkum.

Vit bjóða:

  • eitt gott umhvørvi, har fólk trívast
  • góðar arbeiðsumstøður
  • góðar menningarmøguleikar

Vit ynskja, at tú:

  • hevur útbúgving sum námsfrøðingur og hevur viðkomandi leiðsluroyndir
  • góðar telduførleikar
  • dugir fyrisiting og fíggjarstýring
  • dugir væl við fólki og samstarvar væl
  • ert savnandi
  • hevur góð leiðaraevni
  • framhaldandi vilt menna námsfrøðiliga arbeiði
  • leggur dent á menning og trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum
  • hevur gott samskifti við allar áhugapartar

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Maud Poulsen, kommunuskrivara, á tlf. 770102 ella telduposti til maud@vestmanna.fo

Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn, lívsrensl, prógv og viðmæli skulu sendast til input@input.fo í seinasta lagi 28. mai 2021 kl. 12.00.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna