Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 11.09.19
Umsóknarfreist: 03.10.19

Leiðari til Býlingshúsið á Ternuryggi

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum fakligum støði. Samtíðis er neyðugt, at viðkomandi dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini.

Leiðarin í Býlingshúsiðnum á Ternuryggi er leiðari fyri vøggustovu og barnagarð.

VIT BJÓÐA:

• eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving
• at tú verður partur av einum leiðslubólki við dagstovnaleiðarum, og við dagstovnaleiðarum og umsitingini hjá Barna- og ungdómsdeildini

VIT VÆNTA AT TÚ:
•hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdagvið virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfólkunum
• hevur leiðsluroyndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• dugir væl at lurta og reflektera
• hevur teldukunnleika
• hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett 1. november 2019 ella eftir avtalu. Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRI FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara, telefon 302010 ella 302014.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar Kommunu, torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. oktober 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.