Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 07.04.21
Umsóknarfreist: 20.04.21

Leiðari til autismuøkið í Almannaverkinum

Almannaverkið styrkir um leiðsluna í Eind 3, og søkir tí eftir einum leiðara afturat. Leitað verður eftir einum sterkum leiðara til eina eind, sum hevur nógv og víðfevnt virksemi innan autismuøkið.

Um Eind 3
Eind 3  í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum fevnir um frítíðartilboð, umlætting, sambýlir, frítíðartoymi og klubbvirksemi. Leiðarin kemur at verða partur av leiðslutoyminum í eindini, sum telir eindarleiðara og 3 leiðarar. Eind 3 tryggjar fakliga menning og atgongd til nýggjastu vitanina innan autismu.

Um starvið
Eitt starv fulla tíð sum leiðari í Eind 3 í Trivnaðardeplinum at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Leiðarin skal, saman við leiðslubólkinum, skipa og menna virksemið í eindini, sum er víðfevnt og námsfrøðiliga ymiskt. Leiðarin skal duga at arbeiða við ymiskum námsfrøðiligum virkishættum, sum verða brúktir og skal tryggja fakliga støðið. Eisini skal leiðarin vera við til at menna starvsfólk og virkishættir og skipa eitt gott samskifti við avvarðandi, skúlar og aðrar samstarvsfelagar.

Saman við leiðslubólkinum skal nýggi leiðarin formliga at skipa innihaldið í starvinum og skal vænta ein gerandisdag, sum er merktur av nógvum ymiskum uppgávum á fleiri ymiskum stovnum í senn. Hetta er eitt arbeiðspláss, har leiðarin sleppur at royna seg fakliga og menniskjaliga innan alt autismuøkið.

Nýggi leiðarin kemur at hava fakliga, fíggjarliga, fyrisitingarliga og starvsfólkaliga ábyrgd í ávísum pørtum í eindini.

Førleikakrøv og væntanir
Útbúgving sum námsfrøðingur ella ergoterapeutur. Vitan um autismuøkið kann vera ein fyrimunur og tað sama kunnu leiðsluroyndir vera.

Vit vænta at tú hevur áhuga fyri autismuøkinum, at tú hevur góðar samstarvseginleikar og ein sterkan eginleika til at skipa gerandisdagin - bæði tín egna, tann hjá starvsfólkunum og ikki minst hjá borgarunum. Væntað verður at tú hevur gott tol og eginleikan at leiða tilgongdir, sum ikki vera lidnar alt fyri eitt.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Eind 3. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið er flokkað í lønarflokki 33 í lønartalvuni fyri Tænastumenn landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella Ergoterapeutfelagið.

Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið" og síðan at útfylla umsóknarblaðið og viðhefta viðkomandi fílur.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20.04.2021 kl 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus, eindarleiðara, telefon 297415.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 75 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum, har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman upp á nærum óteljandi mátar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna