- Øll Størv (114)
- Byggivirksemi (4)
- Fiskavøruídnaður (4)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (0)
- Fyrisiting og tænastur (15)
- Gistihús og matstovur (12)
- Handil og umvæling (10)
- Heilsu- og almannaverk (50)
- Kunningartøkni (2)
- Skipasmiður og smiður (1)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (14)

Leiðandi læknaskrivari til Skurðdepilin
Lýst verður eftir leiðandi læknaskrivara til Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum fulla tíð til at byrja skjótast gjørligt.
Skurðdepilin fevnir um sergreinirnar ortopedkirurgi, gynekologi og obstetrik, parenkym- og mammakirurgi, urologi, umframt oyrna-, nasa- og hálssjúkur, eygnasjúkur og tannlæknavirksemi og í hesum sambandi kanning, diagnostisering, viðgerð, røkt og rehabilitering av hesum sjúklingabólkum. Deildirnar eru skurðseingjadeildir, Eygnadeild, Oyrna-næsa-hálsdeild, Tannlæknastova, Hoyriklinikk, skurðgongd og skurðambulatorium, læknagongd við læknaskrivarum, yngri læknum og yvirlæknum.
Arbeiðsuppgávur hjá leiðandi læknaskrivaranum eru m.a.:
- Leiðsla, fyrisiting og samskipan av læknaskrivarum og læknaskrivaranæmingum á deplinum
- Vanligar læknaskrivarauppgávur
- Gera innleiðslutilfar og frágreiðing yvir, hvussu mannagongdir skulu fylgjast
- Gjøgnumføra innleiðslu og upplæring av næmingum og nýggjum starvsfeløgum
- Viðvirka fyri eftirútbúgving og dagføring av grundútbúgvingini hjá læknaskrivarum
- Kunning til og frá læknaskrivarabólkinum
- Ráðgevari hjá depilsleiðsluni viðvíkjandi læknaskrivaraarbeiðinum
Dentur verður lagdur á:
- góð leiðaraevni og leiðsluroyndir
- royndir innan leiðslu og fyrisiting
- góð leiðslu- og tvørfaklig samstarvsevni
- verða før/ur fyri at ætlanargera og raðfesta sítt arbeiði
- tænastusinnað/ur
- góð samstarvsevni
- hollan KT-førleika
- framskygd/ur við hugflogi
Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini toymisleiðslu, har trúfesti og opinleiki stuðla undir avgerðir, ið verða tiknar.
Leiðandi læknaskrivarin hevur tilvísing til depilsleiðsluna á Skurðdeplinum, sum er samansett av leiðandi skurðlækna og leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Elin Vitalis, sjúkrarøktarfakligan depilsleiðara, á tlf. 234523 ella elivi@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 20. apríl 2021.
Søk starvið her
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”um stovnin”