Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 08.06.21
Umsóknarfreist: 22.06.21

Landsjúkrahúsið søkir eftir funktiónsleiðara til Barna og ungdómspsykiatriina í Familjudeplinum

Landsjúkrahúsið søkir eftir funktiónsleiðara til Barna og ungdómspsykiatriina í Familjudeplinum

Dugnalig og eldhugaði starvsfólk hava tørv á einum nýggjum leiðara. 
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sálarfrøðingi, til fast starv sum funktiónsleiðari í Barna og ungdómspsykiatriini. Talan er um eitt fulltíðarstarv til setan 1. september 2021.

Deildin er mannað av fólki frá ymiskum fakbólkum og eru vit 21 starvsfólk í alt.

Umframt Barna- og ungdómspsykiatriina er Familjudepilin myndaður av fyrrverandi barnadeildini og fyrrverandi føðideildini.

Funktiónsleiðslan á deildini er mannað við einum sálarfrøðingi og einum ábyrgdarhavandi serlækna. Hesi loysa tær ymisku leiðsluuppgávurnar í tøttum samstarvi. Arbeiðsøkið hjá funktiónsleiðaranum fevnir m.a. um fyrisitingarligar uppgávur, útgreining, viðgerð og starvsfólkaleiðslu.

Um deildina 
Barna- og ungdómspsykiatriin er partur av nýggja Familjudeplinum, og arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Barna- og ungdómspsykiatriin hevur serkunnleika í at útgreina og viðgera børn og ung ið hava menningarórógv ella sálarligar sjúkur. Umframt tær ambulantu viðtalurnar, sum hava myndað Barna- og umgdómspsykiatriina síðan byrjan, er virksemi víðkað við eini dageind. Dageindin er eitt miljøterapeutiskt tilboð til tey børn og ungu, sum hava tørv á m.a. at verða útgreinaði undir daginnlegging. 

Á Familjudeplinum leggja vit okkum eftir at veita eina góða tænastu og at útgreina og viðgera við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjuna. 

Vit leggja dent á eina samskapandi sjúklingagongd, við hugtøkunum rehabilitering og recovery sum týdningarmiklir vitar í tilgongdini til uppgávurnar. 

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum

  • Leiðsla og menning av Barna- og ungdómspsykiatriini. Herundir, at leiða og menna deildina, sum partur av Familjudeplinum.
  • Starvsfólkaleiðsla
  • At samskipa og leggja virksemi á deildini til rættis, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á besta hátt
  • At skipa og menna tilboð og tænastur og tryggja, at hesi eru í tráð við gransking og nýggjastu vitan. Somuleiðis at tryggja, at børnini og tey ungu fáa útgreining og viðgerð í samsvar við hesi. 
  • At samskipa, menna og leggja virksemi í deildini til rættis, m.a. í mun til fundarvirksemi, samstarvsfundir og annað, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á besta hátt.
  • At supervisera starvsfólk. 
  • At tryggja og menna fakliga støðið í teimum tænastum vit veita, herundir at leggja førleikamenning av starvsfólkunum til rættis, soleiðis at førleikarnir svara til tær tænasturnar, sum verða veittar og sum eru ynskiligar at veita. 
  • At tryggja og arbeiða fyri framhaldandi menning av innanhýsis og uttanhýsis samstarvi. 
  • At luttaka í kliniska arbeiðinum á deildini í tann mun, sum gevur meining.

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin sálarfrøðingur, gjarna við autorisatión ella ávegis til autorisatión.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir

Vit ynskja at umsøkjarin hevur:

  • Áhuga fyri og royndir innan leiðslu og fyrisiting.
  • Góð evnir at leiða og áhuga í at menna seg á økinum.
  • Eginleikar til og áhuga at samstarva interprofessionelt
  • Gott yvirlit og evnir til at raðfesta og leggja arbeiði til rættis, fyri at tryggja skynsama nýtslu av tilfeingi í mun til kjarnuuppgávuna.
  • Vísir eldhuga og hevur fyrikomandi og álitisvekjandi atferð.
  • Áhuga í at umboða børnini og tey ungu í viðkomandi høpi og í almenna kjakinum og at stuðla polittisku skipanini á skynsaman hátt viðvíkjandi fakøkinum.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú fært ávirkan á menningina.
  • Samstarv við hinar leiðararnar í Familjudeplinum.
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eina høga fakligheit.
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á trivnað og menning.
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á framhaldandi at menna innanhýsis tvørfakliga samstarvið í deildini.
  • Møguleikar fyri førleikamenning og supervisión

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Depilsleiðaran við sjúkrarøktafrøðiligari bakgrund, Elin Helena Ásudóttir á elias@ls.fo ella til depilsleiðara við læknafakligari bakgrund, Fróði Joensen á frojo@ls.fo

Umsóknarfreistin er 22. juni 2021.

Setanarsamrøður vantast at verða í viku 26.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.,Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".

Søk starvið her 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna