Sjálvgreiðslan
Skriva út
Runavíkar Kommunuskúli
Lagt út: 15.05.20
Umsóknarfreist: 29.05.20

Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla

Til skúlaárið 2020/21 verður søkt eftir:
• 4 lærarum í føst størv frá 1. august 2020. Eitt av størvunum er í sertilboðnum.
• 2 møguliga 3 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2020/2021 vegna niðursetta tíð og avlopstímar.

Endaliga tímatalið og setanin til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2020.

Førleikakrøv:
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í: alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, landalæru, náttúra og tøkni, samfelagsfrøði, søga, enskum, donskum, smíð og innan serøkið.

Søkt verður eftir lærarum, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannsettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2020 kl. 12.00.
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 450 næmingar, av hesum eru 45 í forskúlanum og uml. 58 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.