Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 13.02.20
Umsóknarfreist: 06.03.20

Læknaskrivari til fast starv til vaksinpsykiatriina

Psykiatriski depilin tørvar læknaskrivara til vaksinpsykiatriina til setan 01. apríl 2020 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Vaksinapsykiatriin á Psykiatriska Deplinum fevnir bæði um ambulantar eindir og seingjardeildir. Arbeitt verður við útgreining og viðgerð. Starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum eru knýtt at vaksinpsykiatriini, og arbeitt verður í tøttum samstarvi við hvønnannan. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga – vit arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.

Sum læknaskrivari ert tú við til at samkipa sjúklingaforløbini í vaksinpsykiatriini og eru arbeiðsuppgávurnar millum annað umfataðar av innkalling, planlegging, administreran av kalendarum, skriva journal, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, senda umsóknir um heilivágstilskot, avgreiða kautiónir, telefonavgreiðsla og endurnýggjan av reseptum.

Dentur verður lagdur á:

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibilitet og áhuga í interprofessionellum samstarvi, hetta í mun til at optimera sjúklingagongdinar
  • Initiativtakan og áhuga í menning í mun til egið fak
  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Góðan telduførleika
  • Góðar samskiftis- og samstarvsførleikar, vera tænastusinnaður og tola skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • At tú ert fyrikomandi og álitisvekjandi

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í einum vælvirkandi toymi við góðum starvsfeløgum.
  • Góða innleiðslu og upplæring á deplinum.
  • Tú verður partur av einum skrivaratoymi við 6 læknaskrivarum og 2 heilsuskrivarum.
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning við góðum starvsfelagum.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Beintu Danielsen á tlf. 304500 – lokal 4104 ella lsbeida@ls.fo

Umsóknarfreistin er 06. mars 2020

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.