Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 11.10.21
Umsóknarfreist: 22.10.21

Læknaskrivari til Familjudepilin

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir læknaskrivara í fast starv á brøki 0,5 við møguleika fyri hægri brøki, til setan 01.11.2021 ella skjotast til ber.

Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri. 

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivna. Hetta uttan mun til somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.

Familudepilin varð settur á stovn 01.06.2021 og flytir eftir ætlan í nýggja H-bygningin í 2022.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:

  • Vanligar læknaskrivarauppgávur
  • Telefonavgreiðsla
  • Luttøku á konferensum
  • Samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni, verða tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
  • eitt breitt tvørfakligt samstarv
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Depilsleiðara, Elin Helena Ásudóttir á tlf. 304500, lokal 3502.

Umsóknarfreistin er 22.10.2021

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til samrøðu.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um okkum

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna