- Øll Størv (108)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (2)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (13)

Kostrøktarstarvsfólk til URD
Søkt verður eftir kostrøktarstarvsfólkum til URD.
Kundi tú hugsa tær at verið við í slóðbrótandi arbeiðinum at menna fyrsta Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Føroyum, URD, og verða við til at tryggja borgarum dygdargóða tænastu og føðslurættan kost á deplinum? So er tað tær vit leita eftir.
URD er staðsettur í Hoyvík, og letur upp fyrst í árinum, við 27 stutttíðarplássum.
Kostrøktarstarvsfólkini verða partur av einum tvørfakligum samstarvið, ið samskipar eina heildartænastu til borgarar á URD. Arbeiði á deplinum tekur støði í einari rehabiliterandi borgaragongd, har máltíðirnar eru ein aktivur liður í at styrkja borgarans førleikar at megna dagliga gerandisvirksemi.
Søkt verður eftir:
- einum yrkisbachelor í føðslu og heilsu ella líknandi á setanarbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti frá 1. mars 2021
- einum føðsluatstøðingi ella líknandi á setanarbrøki 1,0, svarandi til 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti frá 1. mars 2021
Møguleiki er fyri at arbeiða niðursettan brøk.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar eru m.a. at taka ímóti vørum, innaneftirlit, fyrireika matgerð, gera bæði kaldan og heitan mat, smyrjubreyð, dessert, serkost, baka, og at taka sær av dagligari uppvasking og reingerðing av køkinum. Harvið ert tú bindilið millum køkin og borgaran.
Førleikar og væntanir
Vit vænta, tú:
- hevur prógv sum yrkisbachelor í føðslu-og heilsu ella líknandi kostfakliga útbúgving
- hevur prógv sum føðsluatstøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving
- hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki, at gera mat til eldri borgarar ella sjúklingar
- ert røkin og arbeiðssom/-samur, og ert rúmlig/-ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- brennur fyri at matgerða frá grundini, brúka títt hondverk, hugna og hjúkla um borgararnar á URD, og verja um føroysku matmentanina
- sært tað sum eina dygd at avmarkað matoyðsl og brúka frískar rávørur, ístaðin fyri hálv- ella heilvirkað
- ert ágrýtin, góð/-ur til at seta í gongd, og kanst ráðleggja og samskipa arbeiði í køkinum, uppá ein góðan máta, ið gevur úrslit
- ert framsíggin, nýhugsandi, og megnar at arbeiða útfrá galdandi tilmæli, ið hevur við stovnskost at gera
- ert tænastusinnað/-ur og hevur góð tvørfaklig samstarvsevnir, so tú kanst hava eina góða samrøðu við bæði røktarstarvsfólk og borgararnar um gerandismáltíðirnar á URD
- hevur yvirlit og kanst hava fleiri bóltar í luftini samstundis
- hevur góð samskiftisevnir, førleikar at miðla vitan, skrivliga eins og munnliga og góðan telduførleika
Vit kunnu bjóða:
- at vera við til at seta tín dám á ein nýggja produktiónskøk, har støði verður tikið í einari rehabiliterandi tilgongd, ið krevur fakligt hugflog og forvitni innan føðsluøki
- ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt upplæring á staðnum
- fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / FMR og Kost og føðslufelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Camillu Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkarnar í H&U, á telefon 223782 ella á teldupost: camillab@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn saman við CV skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Umsóknarfreistin er 27. januar 2021. Viðmerkjast skal: »Yrkisbachelor til URD« ella »Kostatstøðingur til URD«.
Setanarsamrøðurnar vera 29. januar 2021.