Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 05.01.21
Umsóknarfreist: 20.01.21

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD

Kundi tú hugsa tær at verið við í slóðbrótandi arbeiðinum at menna fyrsta Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Føroyum og hava dagligu leiðsluna av matframleiðsluni, so borgarin, ið kemur á URD, fær dygdargóða tænastu og føðslurættan kost, so er tað tær vit leita eftir.

Tað verða 27 pláss á Umlættingar-og rehabiliteringsdepilinum URD, ið er staðsettur í Hoyvík, og letur upp fyrst í árinum. URD fer at savna flestu stuttíðarplássini í Tórshavn Kommuna á einum stað.

Kostfakligu starvsfólkini verða partur av  einum tvørfakligum samstarvið, sum koma at samskipa eina heildartænastu til heimabúgvandi borgaran, ið eru í einum stutttíðarplássi. Arbeiði á URD tekur støði í einum rehabiliterandi borgaragongd, har máltíðirnar eru ein aktivur liður í at styrkja borgarans førleikar at megna dagliga gerandisvirksemi.

Kostframleiðsluleiðarastarvið er leyst at søkja, og er starvsbyrjan 1. mars 2021 ella eftir avtalu. Kostframleiðsluleiðarin vísir til deildarleiðaran fyri køkarnar í Heilsu- og umsorganartænastuni. Arbeiðstíðin er 8 tímar vaktir og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. 

Arbeiðsuppgávur 

  • Verða við til at menna ein nýggjan framleiðslukøk, har útgangsstøði verður tikið í rehabiliterandi føðslupørtum
  • Arbeiðið fevnir m.a. um at leggja dagligu framleiðsluna til rættis, at tryggja rætta dygdargóða matgerð í mun til uppskriftir og tilgerðarhættir, at tryggja mannagongdir, føðslurættan kost og at gera kostætlan
  • Røkja dagligu leiðsluna í køkinum á URD
  • Skipa fyri innkeyp og gera bíleggingar
  • Gera mat til eldri, brúka títt hondverk, hugna og hjúkla um borgararnar á URD og verja um føroysku matmentanina
  • Ábyrgd av, at tryggja at køkarnar liva upp til galdandi krøv viðvíkjandi m.a. løggilding, innaneftirlit, reinføri og framleiðslu, og at kost-og føðslutilmælir vera fylgd
  • Virka fyri ráðgeving í mun til máltíðir, serkost til borgaran, og at gera mannagongdir fyri møguligar snarkanningar og rehabiliterandi føðslupartar
  • Síggja tað sum eina dygd at avmarkað matoyðsl og at brúka frískar rávørur, ístaðinfyri hálv- ella heilvirkað
  • Saman við deildarleiðaranum fyri køkarnar í H&U, at kunnað um arbeiðið í køkinum til lesandi og starvsnæmingar. Virka fyri góðum trivnaði og eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Skipa fyri regluligum starvsfólkafundum og kostframleiðslufundum, saman við deildarleiðaranum fyri køkarnar í H&U

Førleikar, útbúgving og eginleikar

  • Prógv sum Professiónsbachelor í føðslu og heilsu ella líknandi kostfakliga útbúgving 
  • Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð tvørfaklig samstarvsevnir, og virka fyri trivnaði millum starvsfólk í køkinum, og verður bindilið millum deildir, starvsfólk í køkinum og deildarleiðaran á URD
  • Arbeiðsroyndir frá stovnskøki, at gera mat til eldri borgarar ella sjúklingar                              
  • Møguliga leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving
  • Ert røkin og arbeiðssom/-samur, ert rúmlig/-ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur     
  • Góð samskiftisevni og góðan telduførleika
  • Góðan førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga

Vit kunnu bjóða

  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt upplæring á staðnum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0, og starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Kost- og Føðslufelag Føroya. Starvið verður lønt sum leiðari 1 á stig 41. 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Camillu Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkarnar í H&U, telefon 223782 ella á teldupost: camillab@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn saman við CV skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 20. januar 2021. Viðmerkjast skal: »Kostframleiðsluleiðari URD«.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna