Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Sjúkrahús
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 27.10.21

Kostfakligt starvsfólk til køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kostfakligum starvsfólki til setan 1. desember 2021 ella eftir avtalu. Starvið er eitt fulltíðarstarv og arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskifti.

Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat og ert tú fakliga engasjerað/ -ur, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit gera mat og máltíðir til eina sjúklingadeild og eru við til at borðreiða matin fyri sjúklingunum eisini. Vit gera mat til røktarheim og sambýli, heimabúgvandi pensionistar, starvsfólkakantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:
Matframleiðsla, fyrireiking, planlegging, pakking, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð. Borðreiðing fyri sjúklingum tá brúk er fyri tí. Í samstarvi við starvsfelagir vera við til at menna tilfar, uppskriftir o.a., sum stuðlar undir at vit kunnu veita góða kostrøkt og tænastu.

Førleikar:

  •  ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent) ella hevur líknandi útbúgving
  •  ert væl fyri fakliga, bæði í praksis og í teori
  •  hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  •  hevur góðar KT-førleikar og hevur bæði hug og dirvi at brúka telduforrit sum arbeiðsamboð
  •  starvsroyndir frá stovnskøki kann vera ein fyrimunur

Persónligir eginleikar:

  • ert arbeiðssom /samur og nærløgd/ -lagdur, ert virkin, hevur gott yvirblikk og tolir stórt arbeiðstrýst í
    tíðarbilum
  • ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
  • ert kreativ/ -ur og dugir at síggja møguleikar
  • ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi í samband við viðskiftafólk, sjúklingar o.fl.
  • ert fleksibul og hevur evni at raðfesta
  • hevur sjálvsálit og dirvi til at siga tína hugsan

Vit bjóða ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni hjá køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á telefon 404581/ 229229 ella á teldupostadressu: elisabethak@ks.fo

Umsóknarfreistin er 27. oktober 2021.

Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo
Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna