Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 13.01.21
Umsóknarfreist: 27.01.21

Kostfakligt starvsfólk til køkin á Boðanesheiminum

Køkurin á Boðanesheiminum søkir eftir dugnaligum og arbeiðssomum kostfakligum starvsfólki til setan 1. mars 2021 ella eftir avtalu. 

Á Boðanesheiminum eru 57 búpláss, 5 samdøgurðsrehabiliteringspláss og 2 umlættingarpláss, umframt ein Virkis- og venjingarstova, har 10 heimabúgvandi borgarar koma dagliga.

Talan er um eitt starv á setanarbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna, ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er 7 tíma vaktir, imillum kl. 7-15 og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. 

Førleikakrøv

  • Prógv sum føðsluatstøðingur ella líknandi kostfakliga útbúgving 
  • Tú dámar at gera mat, hugna um, og brúka títt hondverk at hjúkla um okkara búfólk og verja um føroyska matmentan
  • Tú sært tað sum eina dygd, at brúka frískar rávørur, ístaðin fyri hálv- ella heilvirkað, og avmarka matoysl
  • Tú brennir fyri at gera mat til eldri, og skalt arbeiða útfrá galdandi NNR-tilmælum  
  • Tú ert ágrýtin í gerandisdegnum, dugir at leggja arbeiði til rættis, seta í gongd og at gjøgnumføra
  • Tú ert tænastusinna, og hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Tú hevur fokus á reinføri í køkinum
  • Fleksibul, og trívist har dagarnir eru ymiskir 
  • Góðan førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga 
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • Tola broytinger

Uppgávur
Uppgávur í køkinum eru m.a. at taka ímóti vørum, fyrireika matgerð, gera bæði kaldan og heitan mat, smyrjubreyð, dessert, baka og gera serkost, og taka sær at dagligari uppvasking og reingerðing av køkinum. 

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • fleiri kostfakligur starvsfelagar
  • ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum
  • upplæring á staðnum
  • eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan

Setanarviðurskifti
Starvið verður  lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráði og Kost og Føðslufelag Føroya ella avvarðandi fakfelag. Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann hjálparfólk verða sett – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Meira  fæst at vita um starvið  við at venda sær til Camilla Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkarnir í H&U, telefon 223782 ella á telduposti camillab@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn saman við CV skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 27. januar 2021. Viðmerkjast skal: »Kostfakligt starvsfólk til køkin á Boðanesheiminum«.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna