Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 07.06.21
Umsóknarfreist: 27.06.21

- Kom við umborð og verð partur av einum feitum toymi.

SØKT VERÐUR EFTIR NÁMSFRØÐINGUM OG HJÁLPARFÓLKUM TIL ÌTRÓTTARFRÍTIÐARSKÚLAN VIÐ LØGMANNABREYT AT BYRJA 9. AUGUST 2021, ELLA SKJÓTAST GJØRLIGT AFTANÁ.

  • Søkt verður eftir 3 námsfrøðingum í fast starv at arbeiða 20-30 tímar um vikuna.
  • Søkt verður eftir 3 hjálparfólkum at arbeiða 20-25 tímar um vikuna fram til 20. desember 2021.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.

VIT YNSKJA UMSØKJARAR:

  • Sum eru fakliga væl fyri, ágrýtnir, skapandi, musikalskur, hava grønar fingrar ella gott handalag.
  • Sum hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.
  • Sum eru íverksetandi og hava hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum og arbeiði við pedagogiska ítrótt.
  • Sum eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit.
  • Sum síggja møguleikar, hava ein jaligan hugburð, eru opin, smílandi og fyrikomandi

UM OKKUM:
Í Ítróttarfrítíðarskúlanum víð Løgmannabreyt ganga børn úr 1., 2. Og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdar persónar. Í løtuni arbeiða 12 eldhugaðar starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, í Ítróttarfrítíðarskúlanum.

Vit arbeiða víð støði í pedagogiskan ítrótt, førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugdýping.

Vítt hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú atgongd til høll, Fimi, svimjihøll, ymisk verkstøð og tónleikahølið.
Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 11.00-17.00.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella við posti til:
Tórshavnar kommunu
Postboks 32
100 Tórshavn

Umsóknarfreistin er týsdagin 27. juni 2021 kl. 12.00, samrøður væntast at verða í viku 26.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 250437 ella Mortenh@torshavn.fo, ella við at lesa meira á https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/fritidarskuli/finnfritidarskula/fritidarskulin-vid-logmannabreyt/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna