Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 07.10.21
Umsóknarfreist: 20.10.21

Kom og arbeið í Sambýlinum á Sundsvegnum, sum er fyri fólk við seinheilaskaða

Almannaverkið søkir eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða í Sambýlinum á Sundsvegnum sum er fyri fólk við seinheilaskaða. Tey hava hvør sína stovu og kamar, har svali hoyrir upp í ta minnu stovuna. Tey hava felags baði- og vaskirúm.

Um størvini
Talan er um tvey størv á 40 tímar um vikuna, at seta skjótast tilber. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er at stuðla borgarunum og at skapa ein góðan og innihaldsríkan dag. Tað er týdningarmikið at viðlíkahalda og menna førleikar aftaná heilaskaðan, og vil tú verða ein aktivur partur í hesum arbeiði. Í nøkrum førum er talan um at veita nakað av persónligari av røkt.

Førleikakrøv
Søkt verður eftir fólkum við námsfrøðiligari, heilsufakligari ella sosialfakligari útbúgving. Tað kann vera fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir at arbeiða við fólki sum hava seinheilaskaða. Um ongin umsøkjari við viðkomandi útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett fyribils.

Væntanir
Væntað verður, at tú hevur áhuga í at arbeiða við borgarum við serligum avbjóðingum og tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta at tú ert opin fyri nýhugsan og avbjóðingum. Vit vænta eisini, at tú hevur góð samstarvsevni, ert fleksibul og tolin og rúmlig/ur av lyndi. Væntað verður, at tú dugir væl at skipa ein gerandisdag saman við borgarunum, trívist við at arbeiða einsamøll/mallur og er sálarliga og likamliga væl fyri.

Trivnaðardepilin - Eind 8
Sambýlið á Sundsvegnum í Tórshavn er eitt sambýli fyri fólk við seinheilaskaða og hoyrir til Eind 8 í Trivnaðardeplinum. Trivnaðardepilin, Eind 8 varðar av fólki, ið hava likamssjúku, seinheilaskaða ella demens.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum – Eind 8. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.         

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 20.10.2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið  fáast við at venda sær til Elin Danielsen, eindarleiðara telefon 297400 ella Solveig Sofía Brink Dalsgaard, leiðara telefon 297530.

 

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna