Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 20.05.20
Umsóknarfreist: 08.06.20

Klaksvíkar Kommuna søkir eftir námsfrøðiligum ráðgeva


Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu søkir eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving, sum kann veita ráðgeving til stovnar, starvsfólk og foreldur. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. september 2020 til og við 30. juni 2021.

Endamálið hjá Námsfrøðiligu Ráðgevingini er millum annað:

  • at ráðgeva stovnum, starvsfólkum og foreldrum
  • at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnum
  • at gera menningarætlanir
  • at veita starvsfólkum námsfrøðiliga ráðgeving

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum
  • Eitt fakligt mennandi starv

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt starv á 30 tímar. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jórun Niclasen á Námsfrøðiligu ráðgevingini á tlf. 410090 ella 236790

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og lívslongdarlýsing (cv) v.m. skulu vera Námsfrøðiligu Ráðgevingini í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. juni. Umsóknin skal sendast til klaksvik@klaksvik.fo ella til: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postboks 2, 710 Klaksvík.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.