Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Fysioterapi
Lagt út: 29.07.20
Umsóknarfreist: 16.08.20

Klaksvíkar Fysioterapi søkir eftir fysioterapeuti

Klaksvíkar Fysioterapi søkir við hesum eftir einum fysioterapeuti í fulltíðarstarv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi. Tíðarskeiðið er frá 1. September, 2020 til 31. Juli, 2021. Møguleiki er fyri føstum starvi eftir lokið tíðarskeið.

Tín vangamynd
Vit søkja eftir einum fysioterapeuti við positivum sinnið, og sum megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Hartil ynskja vit ein starvsfelaga sum eisini er sinnað/ur at samstarva við toymið, har fakligt kjak verður raðfest høgt. Tú ert ágrýtin og forvitin av lyndi.

Løn og setanarviðurskifti
Sum nevnt, søkja vit eftir einum fysioterapeuti til fulltíðarstarv. Lønar og setanarviðurskifti verða eftir avtalu. Starvsstaður er í Klaksvík.

Umsókn skal sendast til
Umsókn við prógvi og møguligum viðmæli verður at senda til kl-fys@olivant.fo. Eisini ert tú vælkomin inn á gólvið við umsóknini, Stangaskákið 1, 700 Klaksvík.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið 16. august, 2020, kl. 24.00.

Vit svara fegin uppá møguligar spurningar og nærri kunning á telefon nummar 259944 ella 457110. Spyrji eftir Rannvá Lava Olsen.

Allar umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Klaksvíkar Fysioterapi telur tríggjar fysioterapeutar, har uppgávurnar eru ymiskar. Vit bjóða okkara patientum millum annað einstaklinga viðgerð, ultraskanningar og bólkavenjingar. Hartil bjóða vit viðgerðir og venjingar uttanfyri klinikkina.

Klaksvíkar Fysioterapi hevur 24 ár á baki.

www.facebook.com/klaksvikar.fysioterapi

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna