Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 24.10.19
Umsóknarfreist: 01.12.19

Hjálparfólk til stovueindina á Brekku

Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum hjálparfólki til stovueindina á Brekku. Starvið er 20 tímar pr. viku og er skipa undir dagrøktarleiðaranum. Talan er um tíðaravmarkað starv á fyrbils 1 ár.

Arbeiðsuppgávurnar eru í samstarvi við námsfrøðingarnar, at
- Skipa gerandisdagin við atliti til barnsins aldur og tørv
- Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum
- Vera virkin í dagliga foreldrasamstarvinum

Vit ynskja, at tú:
- Ert sjálvstøðug/-ur
- Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
- Hevur hug og áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast, trívast og mennast

Setanarviðurskifti:
Starvið er leyst at seta frá 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya pedagogfelag, lønarstig 2-7.

Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á tlf. 22 57 19

Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til dagrokt@klaksvik.fo.

Umsóknarfreistin er 1. desember 2019.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.