Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 13.02.20
Umsóknarfreist: 19.02.20

Hjálparfólk til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum

Talan er um eitt fulltíðarstarv, við setan 1.mai 2020. Arbeiðið fevnir um at veita tænastu til anestesistarvsfólkini, klárgera og taka upp eftir doyving. Talan er m.a. um útskifting av útgerð millum doyvingar, uppfylling av nýtslu-vørum, reingerð av útgerð, vognum, goymslurúmum o.o. Arbeiðstíðin er yrkadagar frá kl. 8 – 16.

Anestesideildin og Skurðgongin arbeiða tætt saman sum eitt toymi, har arbeiðið á Anestesideildini í høvuðsheitum fevnir um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir. Í einum umhvørvi har akutta arbeiðið krevur dynamik og fleksibiletet, er sera umráðandi at allir fakbólkar samstarva sum ein eind.

Dentur verður lagdur á

  • Heilsufakliga vitan og royndir
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Røkiskap og støðufesti
  • Kreativitet, fleksibilitet og broytingarsinni
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • At miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • Telduførleika

Vit bjóða

  • Eina neyva upplæring í starvinum
  • Undirvísing og skeið í reinføri, tvs at fara um reinar og sokallaðar skitnar uppgávur
  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Heilsufaklig útbúgving er ein fyimunur. Starvið er umfatað av eini royndartíð á 3 mánaðir.  

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jonnu O. Hansen, deildarleiðara, Anestesideildin,  tlf. 304500, lokal 5757, lsjonha@ls.fo

Umsóknarfreistin er 19.februar 2020

Søk starvið her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.