Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 15.06.20

Hjálpar- og reingerðarfólk til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir hjálpar- og reingerðarfólki til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka. Talan er um fast starv yrkadagar á starvsbrøki 0,9 frá 1. august 2020.

Ábyrgdarøkið hjá tær verður:

  • At hjálpa til við venjingum í Ven og Virka
  • Reinhald av hølunum hjá Ven og Virka og Smæruni
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Karmar og førleikakrøv

Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á rehabilitering og sostatt stuðlar eldri borgarum í at megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.

Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú kemur at hjálpa til við teim ymsu uppgávunum á eindini.

Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta og at eggja og stuðla eldri borgarum í at varðveita ella betra um virkisførleikan.

Heilsufaklig útbúgving kann vera ein fyrimunur.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini hjá NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært  galdandi sáttmála millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella millum KAF/FMR og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara á tel. 793460 ella við telduposti til hedevigm@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av møguligum prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, mánadagin 15. juni 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.