Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 07.10.21
Umsóknarfreist: 20.10.21

Hevur tú heilsufakliga ella námsfrøðiliga útbúgving? Kom so og ver við at stuðla borgarum við likamligum avbjóðingum

Almannaverkið manglar fýra starvsfólk við heilsufakligari ella námsfrøðiligari útbúgving til Einstaklingafyriskipanina í Tórshavn og á Eiði. Vit ynskja umsøkjarar, sum megna og hava áhuga í at geva borgarum, sum hava likamlig brek, góðar og innihaldsríkar gerandisdagar.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar, saman við borgarunum, at skipa fyri, at gerandisdagarnir blíva mennandi, virknir, góðir og gevandi, soleiðis at hvør dagur gevur meining. Somuleiðis er nakað av praktiskum uppgávum, so sum at gera mat og annað.

Um størvini

  • Trý størv 40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.

Møguleiki er at gera avtalu um lægri brøk, um ynski er um tað. Arbeiðstíðirnar fevna um dag- kvøld- og náttarvaktir allar dagar í vikuni.

  • Eitt barnsburðarfarloyvisstarv 12 tímar um vikuna frá 01.12.2021 til 30.11.2022. Arbeiðsstaðurin er á Eiði. Arbeiðstíðin er týsdag og hósdag og annaðhvørt vikuskifti.

Førleikar
Heilsufaklig ella námsfrøðilig útbúgving. Útbúgving er tó ikki ein treyt fyri at fáa starv. Umsøkjarar, sum hava áhuga í og hegni at arbeiða við menniskjum, sum hava likamligar avbjóðingar eru eisini vælkomin at søkja.

Væntanir
Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum toymi og eru við til at leggja gerandisdagin til rættis. Eisini er týdningarmikið, at tú trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt.

Vit leggja dent á at hava eitt gott og virðiligt samskifti  okkara millum. Somuleiðis verður væntað, at tú ert væl fyri og hevur eitt lætt sinni.

Um Eind 8
Eind 8 er í Trivnaðardeplinum, sum varðar av fólkum, ið hava likamliga sjúku, seinheilaskaða og demens.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum – Eind 8. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 20.10.2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Elin Danielsen, eindarleiðara telefon 297400 ella Solveig Sofía Brink Dalsgaard, leiðara, telefon 297530.

 

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna