Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 08.11.19
Umsóknarfreist: 26.11.19

Heilsurøktari til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir

Heilsurøktara á setanarbrøki á setanarbrøki 0,75 at byrja 1. desember 2019 ella eftir nærri avtalu. Um eingin heilsurøktari søkir, tilskilar NBH sær rætt til at seta starvsfólk við aðrari heilsufakligari útbúgving.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi – hóast førleikatarn.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari ella onnur heilsufaklig útbúgving.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tlf. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsdagin 26. november 2019.

 

 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.