Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 25.06.20
Umsóknarfreist: 13.07.20

Heilsurøktari til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir
Heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. september 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.  Endamálið við starvinum er at tryggja eina dygdargóða tænastu í tøttum samstarvi við deildar- og varadeildarleiðara. Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív í egnum heimi – hóast førleikatarn.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari.  Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.  Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.  Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum KAF og Heilsurøktarafelagið
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tel. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 13. juli 2020.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.