Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 04.11.19
Umsóknarfreist: 20.11.19

Heilsurøktari til Handarustovu á Lágargarði

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Handarustovu.

Handarastova er búeind hjá 16 fólkum, sum hava sjúkuna demens. Á Handarustovu veður dentur lagdur á, at húsfólkini trívast og fáa eina fakliga og dygdagóða røkt. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
Søkt verður eftir einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,7 til setan 1. januar 2020 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
• Áhuga at arbeiða við fólki sum hava sjúkuna demens
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva tvørfakliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
• KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÓÐA TÆR:
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• eina góða innleiðslu
• eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna Handarastovu

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mai Dahl, deildarleiðara á Handarustovu, telefon 226790, ella við telduposti til maid@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Heilsurøktari til Handarastovu“.

Umsóknarfreistin er 20. november 2019.

Trýst HER fyri at taka niður filmin.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.