Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 20.11.20
Umsóknarfreist: 06.12.20

Heilsurøktari og røktarstarvsfólk til Heimatænastuna

Søkt verður eftir Heilsurøktara og røktarstarvsfólki til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.

Heimatænastan søkir eftir tveimum heilsurøktarum í dagvakt og 3. hvørt vikuskiftið at byrja 1. februar 2021 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.

Søkt verður eftir røktarstarvsfólki at arbeiða 2. ella 3 hvørt vikuskiftið í dagvakt at byrja skjótast gjørligt.

Heimatænastan
170-180 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har  umleið 60 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvið við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

Vit eru í fer við at menna okkara starvsfólk innan tað rehabiliterandi øki, so vænta verður, at heilsurøktarin verður tann, ið starvsfelagarnir fara at venda sær til  í mun til sparring ella hjálp til torførar uppgávur.

Fari er í gongd við at umskipa Heimatænastuna, soleiðis at heilsurøktarin verður ein týðandi partur í at styrkja tann tvørfakliga innsatsin í mun til borgarargongdirnar innan røkt og rehabilitering, umframt at heilsurøktarin stuðlar undir arbeiði hjá hinum vaktunum við dokumentatión.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur royndir innan geriatri og gjarna royndir innan rehabilitering
  • Hevur góðan yrkisligan  og menniskjaligan førleika
  • Hevur góð samstarvsevnir og megnar at samstarva tvørfakliga
  • ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði
  • Hevur eitt gott yvirlit og ynskir at veita røkt við høgari fakligari dygd
  • Kann ráðgeva og vegleiða borgarum, avvarðandi og starvsfelagum
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt innan egið ábyrgdar- og førleikaøkið og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum
  • Hevur góðan telduførleika og koyrikort

Vit bjóða
Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og spennandi starv, leypandi undirvísing við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparfelag Føroya.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita við at venda sær til Johannu við Streym, deildarleiðari, telefon 793110, teldupost: johannav@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvi, góðkenning og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 6. desember 2020. Viðmerkjast skal „Heilsurøktari –  Heimatænastuna“ ella „røktarstarvsfólk – Heimatænastan“.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna