Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 23.02.21
Umsóknarfreist: 09.03.21

Heilsurøktarar til summarfrítíðarstarv á Landssjúkrahúsinum

Heilsurøktarar til summarfrítíðarstarv á Landssjúkrahúsinum

Søkt verður eftir heilsurøktarum til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 1. juni til og við 31. august 2021.

Sum heilsurøktari kemur tú at starvast á Medisinska depilinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildunum
  • Útinna, miðla og menna sjúkrarøktina

Førleikar:

  • Tú hevur prógv sum heilsurøktari ella tú ert lesandi
  • Tú ert ágrýtin við dirvi, góðum samstarvsevnum og fleksibiliteti
  • Fakligan áhuga innan økið
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar tað verið seg innanhýsis og uttanhýsis
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Nærri fæst at vita við at ringja 304500 lokal 6102 til Gunnvá Guttesen, depilsleiðari, t-post gunnva.guttesen@ls.fo.

Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 09.03.2021.

Søk starvið her

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna