Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 19.05.20
Umsóknarfreist: 05.06.20

Heilsuhjálpari til Norðoya Røktarheim, Uppistova

Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara í fast starv á setanarbrøki 0,75, frá 1. juli 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti. Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova. Starvið er staðsett á Uppistovu.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari. Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum. Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tel. 793430 ella við telduposti til monicaz@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 5. juni 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.